Tíðindi

20.06.2022
Melda til heilsufótbólt

Nú ber til at melda til verkætlanina: Heilsufótbóltur fyri kvinnur og menn 60+

Skipað fyri fyri einum almennum kunningarfundi í august, men longu nú ber til at melda seg til.

Trýst á leinkjuna her: Heilsufótbóltur og fyll út.

Øll, sum melda til, luttaka í eini heilsukanning hálvan august.

Heilsukanningin fevnir um máting av blóðtrýsti og hvílipulsi, test av vøddastyrki og BMI. Harumframt ein spurnarkanning í mun til sálarliga heilsu. 

Av tí at talan er um eina granskingarverkætlan, har endamálið er at kanna, um venjingarhátturin er aldursyngjandi, so er neyðugt við tveimum bólkum. Ein sum venur og ein, sum livur, sum vanligt.

Eftir heilsukanningina verður tí lutakast millum tey tilmeldaðu. 60% av teimum tilmeldaðu skulu luttaka til venjingarnar meðan hini 40% liva sítt vanliga lív.

12 vikur seinni skulu øll aftur til kanningar. Bæði tey, sum hava vant, men eisini tey, sum í 12 viku tíðarskeiðinum hava livað sítt vanliga lív.

 

Hvussu nógv kunnu melda til?

100 tilmeldingar

Hvussu ofta skulu vit venja?

Í minsta lagi tvær ferð um vikuna

Nær skulu vit venja?

Verður kunnað nærri skjótast møguligt

Hvussu leingi er hvør venjing?

Eina tíma

Venja kvinnur og menn saman?

Ja

Onnur tíðindi
24.06.2022

Fyrireika nú heilsufótbólt 60+

24.06.2022

Søkt verður eftir Námsfrøðingi/­hjálpar­fólki til Snjallubjallu

23.06.2022

Grótbrotið selur nú 20 kg sekkir