Tíðindi

27.06.2022
Námsfrøðingar til Dr. Margrethu Barnagarð

Endurlýsing: Søkt verður eftir fýra námsfrøðingum at byrja 8. august 2022 ella eftir nærri avtalu. Størvini eru á 30  tímar um vikuna í barnagarðs- /vøggustovu. Arbeiðstíðin er millum kl. 07.30 og 17.00.

Vit kunnu bjóða tær eitt lívsjáttandi starv saman við børnum, har tú fært møguleika at geva teimum ein innihaldsríkan og góðan dag.

Stovnurin liggur væl fyri, mitt í býnum, tætt við skúlan, fimleikahallirnar, svimjihøllina, bókasavn og ikki so langt frá fjøru og haga. Hetta eru møguleikar, sum vit brúka nógv.

Lønar- og setanarviðurskifti eru eftir sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið og er lønarsatsurin 11 / 23.

Umsókn við prógvi, arbeiðsroyndum og møguligum viðmælum skulu verða okkum í hendi í seinasta lagi tann 11. juli 2022 kl. 12.00. Send umsóknina til margretha@margretha.fo

Um námsfrøðingar ikki søkja starvið, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.

Meira fæst at vita um størvini, við at ringja til Hedvig Waagstein, varaleiðara, á tel. 216734. Les meira á www.margretha.fo

 

DR. Margerthu Barnagarður
Gerðagøta  FO-700
Tel. 455557
Teldupost: margretha@margretha.fo 

Onnur tíðindi
11.08.2022

Rennybreytin verður málað

09.08.2022

Kunningarfundur um heilsufótbólt

08.08.2022

Køksfólk til Snjallubjallu

07.08.2022

Námsfrøð­ingur ella hjálpar­fólk til Blákolluna