Tíðindi

28.06.2022
Føroyaleikir settir í Klaksvík 1. juli

Føroyaleikir er ein størri summarkapping har 20 ymiskar ítróttagreinar luttaka. Kappingarnar fara fram 30. juni – 3. juli. Kappast verður í Klaksvík, Runavík, Vági og í Tórshavn.

Skráin fyri Føroyaleikirnar í Klaksvík er hendan:

  • Fríggjadagin 1. juli kl. 18.00 er FM í Triatlon
  • Fríggjadagin 1. juli kl. 18.00 er Styrkilyfting í Spinnarínum
  • Leygardagin 2. juli kl. 14.30 er Vektlyfting í Spinnarínum
  • Sunnudagin 3. juli kl. 14.00 er Kúlulyfting í Spinnarínum
  • Sunnudagin 3. juli kl. 13.00 er Boccia kapping í Badmintonhøllini

Sersambondini fyri súkkling og triathlon, Styrkisamband Føroya og Parasport Føroya skipa kappingarnar.

Setanin fyri luttakarar í Klaksvík verður fríggjadagin 1. juli kl. 16.30.
Borgarstjórin, Karl H. Johansen, heldur røðu
Elin H. Joensen ÍSF forseti heldur røðu vegna ÍSF
Páll Brim syngur og spælir

Á økinum verða hoppiborgir til børnini og ein drekkamunnur til foreldrini. Eftir setanina verður FM í Triatlon sett ígongd.

Setanin verður á P-økinum ímillum EFFO og FK. Ein partur av økinum verður stongt av í samband við setanina og triatlon kappingina.

Kom við til setanina av Føroyaleikum í Klaksvík - fríggjdagin 1. juli kl. 16.30.

Onnur tíðindi
27.03.2024

Klaksvíkar kommuna um páskirnar

23.03.2024

Sløkkja ljósini í ein tíma

21.03.2024

Klaksvíkar kommuna 2040

20.03.2024

Býráðsfundur 21. mars