Tíðindi

26.07.2022
Upplatingartíðir í summarfrítíðini

Nú flestu starvsfólk eru í summarfrí, avgreiðir býráðsumsitingin í tíðarskeiðinum 18. juli – 5. august 2022 bert tey mest neyðugu og átrokandi málini.

Í hesum tíðarskeiði, vika 29, 30 og 31, hevur Miðlan opið frá kl. 10:00 til 12:00. 

28. juli og 29. juli er tó stongt. 

Borgarar, sum hava átrokandi boð til kommununa uttanfyri hetta tíðarskeiðið, kunnu m.a. fáa hjálp her: 

Um trupulleikar eru við vatnveitingini o.tl. fartlf. 225272 (Vatndeildin)

Um talan er um annað, so sum kloakkviðurskifti v.m. fartlf. 229088 (Vegadeildin)

Um tørvur er at fáa fatur á barnaverndartænastuni fartlf. 219181 (Barnaverndin)

Um tørvur er at fáa fatur á barnatannrøktin fartlf. 216651 (Barnatannrøktin) svarar millum kl. 10:00-11:00

 

Summarsteðgur hjá nevndum og býráði

Í juli og august er summarsteðgur í teimum regluligu nevndar- og býráðsfundunum.

Næsta nevndarumfar eftir summarsteðgin verður í september mánað, og mál, sum ynskjast viðgjørd á hesum fundum, skulu verða býráðsumsitingini í hendi í seinasta lagi 5. september 2022.

Onnur tíðindi
24.04.2024

Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

24.04.2024

Býráðsskrivstovan stongt flaggdagin

23.04.2024

Flaggdagshald í Vágstúni

23.04.2024

Bjóðað verður til almennan fund í Svínoy