Tíðindi

04.08.2022
Vælkomin til Klaksvíkar

Tá ið tiltakið Virkið Vár fór av bakkastokki, og seinni norðoyastevna, fekk eg veruliga eina kenslu av, at summarið er í nánd. Eitt summar, har vit hittast, eru saman uttan avmarkingar, og har vit kunnu njóta tey góðu tilboðini og tænasturnar, sum kommunan, áhugafeløg og einstaklingar bjóða um summarið.

Ljósa tíðin og milda veðrið gevur okkum orku, hugflog og vit gerast meira virkin í eitt nú okkara vøkru náttúru. Norðoyggjar hava ómetaliga nógvar vakrar náttúruperlur, og er tað ein fragd at uppliva ymisku støðini teir sólríku dagarnar, tá ið vøkru litirnir serliga koma til sjóndar.

Ein kona segði við meg ein dagin, at hon gleddist um, at Summarfestivalurin nú loksins var aftur á skrá. Hon hevði ikki verið líka upptikin av at snøgga havan og túnið seinastu tvey árini, men hetta skuldi gerast í ár, tí hon væntaði nógvar gestir í býnum. Hetta er óiva galdandi fyri fleiri, tí tað er ein heilt serligur stemningur í býnum upp til summarfestivalin, og vit fáa øll hug at fyrireika okkum væl, tí nógvir gestir vitja býin. Bæði í styttri og longri tíðarskeið.

Býarmyndin er merkt av fleiri bátum við bátabrúgvarnar, nógvum kampingvognum og gestum, sum leiga sær bústað í Klaksvík, tá ið summarfestivalurin er.

Skráin til ársins festival er altíð spennandi og árið í ár er onki undantak. Rokk tónleikur, heimskendur DJ, føroysk hitt, sum vit øll kunnu syngja til, fer at gera løturnar á Vágsbøi heilt serstakar, og vit fegnast um, at vit framhaldandi kunnu skapa hesi minnini saman við ídnum fyriskiparum, vinnulívi, handilslívi og borgarum.

Góðu fyriskiparar og góðu vit øll, sum tilsamans skapa Summarfestivalin hvørt einasta ár: Tit hava seinastu tvey árini møtt mótgongd, men tit eru ikki fallin í fátt. Tit hava havt áræðið til at halda fram har tit sleptu, hóast umstøðurnar hava verið avbjóðandi. Summarfestivalurin er eitt týðandi íkast til summarið og samanhaldið í býnum, og ikki minst millum býin og hundraðtals vitjandi úr bæði Føroyum og uttanlanda.

Hjartaliga vælkomin til Klaksvíkar, øll somul og góðan Summarfestival.

Onnur tíðindi
11.08.2022

Rennybreytin verður málað

09.08.2022

Kunningarfundur um heilsufótbólt

08.08.2022

Køksfólk til Snjallubjallu

07.08.2022

Námsfrøð­ingur ella hjálpar­fólk til Blákolluna