Tíðindi

02.09.2022
Fjallafípan 20 ár

Seinnapartin í dag var 20 ára føðingardagur í Fjallafípuni. Børnini fingu døgurða og frá kl. 15.00 vórðu foreldrini bjóðin til foreldrakaffi. Fjallafípan er útbygd í fleiri stigum, og í heyst verður aftur farið undir at gera umstøðurnar hjá børnunum enn betri.

Stovnurin, sum lat upp 1. september 2002, byrjaði sum eitt initiativ frá sjálvbodnum og felagsskapum, tí tað var nevndin fyri Ferðavinnuna í Norðoyggjum, sum tók stig til hetta plássið til ferðavinnuendamál og kampingøki. Seinni varð avtalað gjørd við kommununa um nýtslu av hølunum úti í Grøv til útibarnagarð. Í 2012 tá stovnurin hevði 10 ára føðingardag, vóru 35 børn og 8 starvsfólk á stovninum.
Í 2017 vórðu tvær stovur til á leið 20 børn bygdar afturat. Í 2019 vórðu aftur tvær stovur lagdar afturat. Í dag eru á leið 70 børn tilhoyrandi útibarnagarðin við frálíku staðsetingini úti í Grøv.

Meðan børnini vórðu í summarfrí í summar, bleiv elsti bygningurin og spæliplássið tikið niður, tí bygningurin ikki var tíðarhóskandi. Ætlanin er, at spæliplássið skal flytast, og síðan skal ein nýggjur bygningur við trimum stovum gerast. Eftir ætlan skal arbeiðið standa liðugt komandi summar.

Onnur tíðindi
03.10.2022

Matr. nr. 1185 lýst til sølu

03.10.2022

Jústabrekka 1 til sølu

03.10.2022

Burturbeining av leivdum frá fletting

01.10.2022

Rennibreytin tikin í nýtslu