Tíðindi

15.09.2022
Tænastufólk til umsitingina

Vit leita eftir einum eldhugaðum fólki til lættari køks- og tænastuarbeiði á 30 tímar um vikuna. Starvsbyrjan er 1. oktobur ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðsuppgávur
Í býráðshúsinum starvast áleið 40 fólk og skalt tú tryggja eina góða og professionella tænastu rundanum fundarvirksemi og samskipan av hesum, umframt at borðreiða millum annað lættan og heilsugóðan miðmála til starvsfólk. Eisini kemur tú at standa fyri innkeypi, uppvaski og lættari reingerð, ið er knýtt at hesum virksemi.  
Vit vænta, at tær dámar væl at gera lættari ábit og hugna um, at tú ert samstarvssinnað/ur, fleksibul, tekur ábyrgd og megnar at taka stig til at menna eina góða tænastu rundan um hesi viðurskifti.

Setanarviðurskifti
Talan er um fast starv á 30 tímar um vikuna, ið verður lønt eftir sáttmála millum KAF og Arbeiðarafeløgini. Arbeiðstíðin liggur ímillum 8.00 og 17.00. Umsøkjarar skulu hava grundleggjandi vitan og royndir innan matgerð og reinføri. 
Meira kunning um starvið fæst við at venda sær til Anna Mariu, stjórnarfyrisitari á tlf: 224434.

Umsóknir 
Umsókn við viðkomandi skjølum skal vera okkum í hendi seinast 29. september 2022. 
Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Tænastufólk til umsitingina

Onnur tíðindi
03.10.2022

Matr. nr. 1185 lýst til sølu

03.10.2022

Jústabrekka 1 til sølu

03.10.2022

Burturbeining av leivdum frá fletting

01.10.2022

Rennibreytin tikin í nýtslu