Tíðindi

07.11.2022
Spakin settur í til Húsarhaldsskúla Føroya

Seinnapartin í dag varð spakin settur í til nýggja Húsarhaldsskúla Føroya.

Jóhanna á Tjaldrafløtti, skúlastjóri, bjóðaði vælkomin og røður vórðu bornar fram av Jóhonnu, Svend Sivertsen, arkitekti, sum greiddi frá verkætlanini og Karl H. Johansen, borgarstjóra.

Borgarstjórin segði m.a. í síni røðu, at tað er ongin sjálvfylgja at fáa eina verkætlan, sum er eitt samstarv millum kommunalar myndugleikar, landsmyndugleikar, borgarar og áhugapartar, at bera á mál, og at tí er gleðin so ómetaliga stór, tá ið tað eydnast.  

Hann segði eisini at hetta er ein stórur dagur fyri menningina av miðbýnum, men allar mest ein gleðidagur fyri Húsarhaldsskúla Føroya. At menna ein miðbý ella at menna eitt skúlatilboð er ikki nakað, ið verður framt eftir einum degi.

- Tað krevur dirvi, áhaldni, samstarv, tol, arbeiðssemi og ikki minst eina trúgv uppá, at verkætlanin tænir einum hægri endamálið, sum er at skapa trivnað og vøkstur í býnum.

Til seinast takkaði borgarstjórin býráðnum, kommununi, Bústaðir, Uttanríkis- og mentamálaráðnum og arbeiðstakarum, sum hava gjørt verkætlanina møguliga. Somuleiðis takkaði borgarstjórin Jóhonnu og Húsarhaldsskúla Føroya, sum hevur tikið eitt lógvatak í hesari tilgongdini.

Nýggi skúlin við vistarparti verður áleið 2100 fermetrar til støddar. Verkætlanin kostar 85,6 mió. kr. v/mvg. (logting.fo)

Kostnaðurin er býttur soleiðis: 

- Landskassin 37,0 mió. kr

- Klaksvíkar kommuna 21,0 mió. kr

- Bústaðir 27,6 mió. kr. 

Høvuðsarbeiðstakari er Kanjon. 

Onnur tíðindi
25.11.2022

Jólatræið verður tendrað kl. 19.30

25.11.2022

Fíggjarætlanin samtykt – íløgur fyri 51,7 mió.

24.11.2022

Døgg hevur teknað jóla­kortið

23.11.2022

Fíggjarætlanin til viðgerðar í býráðnum