Tíðindi

07.11.2022
Varaleiðari til dagrøktarskipanina í Klaksvíkar kommunu

Dagrøktin hjá Klaksvíkar Kommuna søkir eftir varaleiðara/økisnámsfrøðingi. Talan er um fast starv har tú dagliga arbeiðir sum økisnámsfrøðingur, umframt at hava nakrar fyrisitingarligar uppgávur. Í okkara vælvirkandi dagrøkt, ið húsast út frá spælustovuni á Brekku, eru 18 dagrøktarar og 3 námsfrøðingar, harav ein leiðari og ein gestarøktari.

Arbeiðsuppgávurnar eru millum annað at:

  • Samskipa virksemið í spælistovuni
  • Vitja dagrøktarheimini regluliga
  • Útfylla Barnabókina og Tras
  • Ráðgeva og vegleiða dagrøktarum og foreldrum.
  • Røkja leiðarauppgávur, tá leiðarin er burturstaddur


Vit ynskja, at tú:

  • Ert útbúgvin námsfrøðingur
  • Hevur royndir innan barnaansingarøkið
  • Kann arbeiða sjálvstøðugt
  • Ert virkin, røkin og hevur lætt við at samstarva
  • Hevur hug og áræði at skapa umstøður har børnini gleðast, trívast og mennast.


Seturnarviðurskifti:
Talan er um eitt fast starv á 30 tímar, at byrja 2. januar 2023. Løn og seturnarviðurskifti eru sambært sáttmála millum Kommunala arbeiðsgevarafelagið og Føroya Pedagogfelag.
Meir fæst at vita við at venda sær til Niels Juel Arge barnaansingarsamskipara á tlf. 284538.
Arbeiðsgevarin hevur skyldu til at fáa barnaváttan, áðrenn setanin verður framd.


Umsóknin saman við prógvi og viðmælum skal vera okkum í hendi seinast mikudagin 23. novembur 2022. Tú søkir starvið við at trýsta á leinkjuna her: Varaleiðari til Dagrøktarskipanina

Onnur tíðindi
23.04.2024

Býráðsfundur mikudagin 24. apríl

22.04.2024

Kunngerð: Uppskot til byggisamtykt fyri Svínoy

19.04.2024

Virkið vár byrjar og endar við renning

17.04.2024

Varpið avhendað