Tíðindi

23.01.2023
Slóðbrótandi borgarakanning í Klaksvíkar kommunu

Í dag og í morgin fáa umleið 1700 borgarar í Klaksvíkar kommunu møguleika at svara spurningum um teirra trivnað í kommununi, og somuleiðis hvat borgarar halda um tænasturnar, sum kommunan veitir.

Hetta er fyrstu ferð, at Klaksvíkar kommuna fer undir eina so umfatandi kanning, har borgarin fær høvi at koma til orðanna.

Karl Johansen, borgarstjóri, sigur, at hetta er ein ómetaliga spennandi verkætlan.
- Kanningin fevnir bæði um tænastur, sum kommunan sjálv veitir, eins og umstøðurnar at búleikast í kommununi sum heild. Kanningin er tískil ógvuliga viðkomandi fyri arbeiðið hjá býráðnum og fyrisitingini, í samband við at nýggjar tænastur verða mentar, ella verandi tænastur verða bygdar út.

- Teir flestu borgararnir hava ynskir og upplivingar, sum vit vóna at fáa størri innlit í og síðani brúka í arbeiðinum at skipa virksemið í kommununi.

- Vit hava eisini fingið kanningina umsetta til enskt, soleiðis at tey, sum hava trupult við at lesa føroyska málið, eisini fáa luttikið, sigur Karl Johansen, sum vónar, at undirtøkan fyri kanningini verður góð.  

Tað er fyritøkan Lóður, sum stendur fyri kanningini.

Svarast skal innan 14 dagar, tað vil siga í seinasta lagi mánadagin 6. februar.  

Onnur tíðindi
27.03.2024

Klaksvíkar kommuna um páskirnar

23.03.2024

Sløkkja ljósini í ein tíma

21.03.2024

Klaksvíkar kommuna 2040

20.03.2024

Býráðsfundur 21. mars