Tíðindi

02.02.2023
Skoytubreytin letur aftur á hesum sinni

Skoytubreytin við Biskupstorg, sum hevur verið opin síðan 8. desember, letur nú aftur. Seinasti dagur, ið møguleiki er at skoyta, er sunnudagin 12. februar.

Umleið 6.500 fólk hava vitjað breytina á hesum sinni, sum er ein lítil øking í mun til hini árini.  Vitjanartølini vísa, at tað er serliga væl umtókt at skoyta í desember mánað og upp undir jól. Í januar hava tað serliga verið nógvir skúlar, frítíðarskúlar, barnagarðar og onnur, ið hava leigað skoytubreytina fyrrapartar.

Annars kann sigast, at tað altíð eru nógv vitjandi í vikuskiftinum, og gestirnir koma úr øllum landinum, so samanumtikið má sigast, at undirtøkan fyri skoytubreytuni hevur verið góð.

Fram til 12. februar hevur skoytubreytin opið soleiðis:

Mánadag – fríggjadag: 15.00 – 20.00
Leygardag: 10.00 – 20.00
Sunnudag: 15.00 – 20.00


Prísurin er 30 kr. pr. persón
Til ber at leiga skoytubreytina gerandisdagar frá kl. 08.00 til. 15.00. Prísur fyri at leiga skoytubreytina er 800 kr pr. tíma. Eru talið á vitjandi omanfyri 25 fólk, er leigu-kostnaðurin 1.200 kr. pr. tíma.

Onnur tíðindi
09.09.2024

Skeið fyri nýggjum hjálpar­fólkum

09.09.2024

Ferðslu­kunning í samband við U21 landsdyst

09.09.2024

Námsfrøð­ingar til Baldursbrá

06.09.2024

Andreas Andreasen nýggjur tekniskur stjóri