Tíðindi

23.04.2025
Summaransing 2025

Í ár er avgjørt, at dagstovnar í Klaksvíkar kommunu fara í summarfrí vikurnar 30, 31 og 32. Tó er møguleiki fyri summaransing í hesum tíðarskeiðinum

Fyri at kenna veruliga tørvin og fyri at gagnnýta arbeiðsorkuna á dagstovnaøkinum best møguligt er ynskiligt, at foreldur skráseta, hvønn tørv teirra barn hevur á ansing í summarfrítíðini. Foreldur verða biðin um at boða frá her á síðuni, hvønn tørv barnið hevur á summaransing.

Fráboðanin skal vera Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi mikudagin 7. mai.

Melda til summaransing her: Summaransing 2025

Onnur tíðindi
08.05.2025

Ársins fyrsta ferðamanna­skip til Klaksvíkar

08.05.2025

Krøv í samband við bygging av íbúðum og frítíðaríbúðum

07.05.2025

Ferðslu­kunning í samband við landsdyst 7. mai

05.05.2025

Ein perla er varðveitt í Klaksvík – hjartaliga tillukku, Kl. sjúkra­hús