Tíðindi
Nú summarið nærkast, gerst hugurin at fara undir smærri umbyggingar og umvælingar alsamt størri. Tað er ikki ókent, at summarfrítíðin verður brúkt til at smíða, til dømis eitt bilhús, eina altan ella ein tilbygning.
Áðrenn farið verður undir størri ella smærri umvælingar, er tað týdningarmikið at hava í huga, nær byggiloyvi krevst. Tí hevur tað eisini týdning at vera í góðari tíð, um tú vilt tryggja tær, at títt byggimál verður viðgjørt og avgreitt, áðrenn byrja aftur at byggja.
Tað er tó ikki øll bygging, sum krevur byggiloyvi, men ofta eru ymiskar treytir, sum skulu lúkast. Ert tú í iva, um títt byggiarbeiði krevur byggiloyvi, so ber til at lesa meira her: Yvirlit yvir arbeiði, sum ikki krevja byggiloyvi.
Til ber eisini at seta seg í samband við Andreas Trost, byggifulltrúa, umvegis teldupost andreast@klaksvik.fo.

Norðoyastevnan í myndum

Stjóri til Klaksvíkar Havn/Havnameistari

Endurnýtslan stongd leygardagin á norðoyastevnu
