Tíðindi
Í dag hevur Klaksvíkar kommuna skipað fyri einum kloakk temadegi í Skálanum í Klaksvík. 120 fólk luttóku og umboðaðu tey bæði kommunur, vinnu, ráðgevar og onnur áhugaði.
Temadagurin varð skipaður í samstarv við danska felagið Aarsleff, sum í hesum døgum ger eitt arbeiði fyri kommununa, har teir hosufóðra kloakkina á Kráargøtu. Endamálið við degnum er at vísa nýggjar arbeiðshættir innan umvæling av leiðingum til drekkivatn, regnvatn ella spillvatn.
Dagurin byrjaði við einari framløgu frá Kristoffur Olsen, samskipara fyri kloakk í Klaksvíkar kommunu. Hann vísti eitt nú á, at býráðið í 2010 samtykti, at allar kloakkir í kommununi skuldu vera á einum nøktandi støði. Hetta var eftir at kunngerð um spillvatn kom í 2009, sum álegði kommununi at spillivatn ikki bleiv leitt út í løkir, áir, veitir, vøtn, fjøru o.tíl., men bleiv leitt út á streymasjógv.
Kristoffur vísti somuleiðis á, at kommunan nú var komin hálva leið í Klaksvík, og á bygd og á útoyggj var eitt sindur ymiskt, hvussu nógv varð gjørt, men at kommunan síðan 2011 hevur gjørt íløgur fyri áleið 65 mió. krónur í nýggjar og betri kloakkir.
Dagurin endaði við at luttakararnir spákaðu frá Skálanum og yvir til Kráargøtu, har víst varð fram, hvussu arbeiðið við at fórða kloakkir bleiv gjørt.



















Fólkatingslimir á vitjan

Skráin er tøk!

Barnahúsið Margit 16 ára føðingardag
