Tíðindi

29.10.2024
Eldraráðið í Norðoyggjum mannað uttan val

Tá freistin at stilla upp til Eldraráðið í Norðoyggjum var farin, vóru tað eins nógv uppstillað, ið skulu til fyri at manna Eldraráðið. Tí hevur sitandi ráðið tikið støðu til, at tey uppstillaðu verða vald í Eldraráðið uttan nakað val, sum eftir ætlan skuldi vera 12. november.

Orsøkin, til at hetta letur seg gera, er, at Eldraráðið skipar seg sjálvt, og atkvøðutalið hevur onga ávirkan á, hvussu Eldraráðið verður skipað.

Tey, sum manna nýggja Eldraráðið, eru hesi:

Fyri Klaksvíkar kommunu: Gunvør Sigurðsson, Gerda Absalonsen, Elsa Hansen, Finnur Jacobsen, Hanna Fuglø, Hanus Poulsen og Steinbjørn O. Jacobsen
Kunoyar kommunu: Eghild Poulsen
Hvannasunds kommunu: Margreta í Buð
Viðareiðis kommunu: Sunniva Simonsen
Fugloyar kommunu: eingin valdur
 
Nýggja Eldraráðið tekur við 1. januar 2025.

Onnur tíðindi
09.12.2024

Skipandi býráðsfundur hósdagin 12. desember

07.12.2024

Skoytubreytin letur upp

05.12.2024

Býarbussu­rin koyrir aftur

05.12.2024

Húsið stongt seinnapartin