Tíðindi

17.03.2025
Send okkum títt hugskot!

Frá 28. apríl til 4. mai 2025 er Virkið vár aftur á skránni. Á sama hátt sum udanfarin ár, verður býurin karmur um størri og smærri tiltøk, sum skulu eggja borgarum at brúka náttúruna og ymisku býarrúmini til at vera virkin saman og hugbundin. 

Hugskot til skránna eru vælkomin, tí eitt av endamálunum við átakinum er nevnliga at sjónliggera tiltøk og átøk, sum longu eru á skrá hjá áhugafeløgum, einstaklingum og øðrum. Men eisini at lata upp fyri hugskotum frá borgarum, um ynski er at samstarva við kommununa um eitt hvørt, sum stuðlar hesum endamáli. 

Á henda hátt fær kommunan bæði verið við til at varpa ljós á tiltøk, sum eru heilsu- og umhvørvisfremjandi, men eisini møguleika at menna nýggj og spennandi tilboð saman við borgarum, vinnuni og áhugafelagsskapum.  

Kunning um tiltøk, sum ynski er at fáa við í skránna, skulu boðast frá í seinasta lagi týsdagin 22. apríl.

Boða frá her: Virkið vár 2025

Onnur tíðindi
25.04.2025

Skráin fyri Virkið vár 2025

25.04.2025

List í barnahædd

24.04.2025

Endur­nýtslan stongd flaggdagin

24.04.2025

Flaggdagshald í Vágstúni