Tíðindi
28.05.2025
Mildrid á Lógv tikið sæti í býráðnum
Á býráðsfundinum í kvøld, hóskvøldið 28. mai 2025, tók Mildrid á Lógv sæti í býráðnum fyri Anniku S. Biskopstø, sum hevur forfall.
Við seinasta kommunustýrisval stillaði Mildrid á Lógv upp á listanum hjá Tjóðveldi, sum fekk tveir býráðslimir valdar. Teir eru Annika Steintórsdóttir Biskopstø og Anfinn í Toft, sum fingu ávíkavist 200 og 170 atkvøður, meðan Mildrid á Lógv gjørdist nummar trý á listanum hjá Tjóðveldi við 90 atkvøðum.
Sostatt er Mildrid á Lógv fyrsti varabýráðslimur fyri Tjóðveldi í inniverandi valskeiði (2025-28).
Hetta er fyrstu ferð, at Mildrid tekur sæti í býráðnum.
Onnur tíðindi

16.07.2025
Ferðslukunning í samband við Conference Leauge dyst hjá KÍ

15.07.2025
Fleiri íbúðir ávegis í Klaksvík

10.07.2025
Rottangatøming í Svínoy

09.07.2025