Tíðindi
24.06.2025
Ferðin hjá Team Rynkeby byrjar hósdagin
Hósdagin 26. juni byrjar súkkluferðin hjá Team Rynkeby, og aftur í ár verða súkklararnir sendir avstað frá Smæruni á Kjalarvegnum 48.
Øll eru hjartaliga vælkomin at ynskja ferðaliðnum góða ferð. Bjóðað verður kaffi, køka og okkurt søtt til børnini.
Skráin:
Kl. 10.30: Súkklurnar verða vístar fram, og høvi verður at heilsa upp á Team Rynkeby. Eisini er møguleiki at keypa og stuðla listaverkum, sum børnini í Blákolluni hava málað til endamálið.
Karl Johansen, borgarstjóri, og Meiken Michaelsen, umboðandi Team Rynkeby, halda røður og Rani Nolsøe syngur tvey løg.
Kl. 11.15: Fráferð av Kjalarvegnum. Súkklað verður út til Klaksvíkar Sjúkrahús.
Klaksvíkar kommuna ynskir øllum súkklarunum eina góða ferð.
Onnur tíðindi
12.05.2026
Námsfrøðingar til Mylnuhúsið
12.05.2026
Stongt fyri allar ferðslu undir Fossunum
11.05.2026
Broyting í innsavningin hjá IRF
08.05.2026