Tíðindi

26.06.2025
Ferðin úr Klaksvík til París er byrjað

Áðrenn fráferðina var skipað fyri einari hugnaligari løtu við røðum og tónleiki. Rani Nolsøe spældi tvey løg, og Karl Johansen, borgarstjóri, ynskti "rynkunum" góða ferð.

Borgarstjórin takkaði bæði súkklarum og tænastuliðnum fyri at raðfesta tíð til hesa týðandi uppgávu, sum er at stuðla familjum, sum hava fingið staðfest álvarsliga sjúku. Eisini takkaði borgarstjórin teimum sjálvbodnu í Smæruni fyri aftur í ár at fyrireika hetta tiltakið. 

Meiken Michaelsen, umboðandi Team Rynkeby, takkaði somuleiðis fyri møguleikan at gerast partur av hesum góða endamáli. Í ár, sum partur av tænastutoyminum. 

Aftur í ár høvdu børnini í Blákolluni mála málningar, sum vóru latnir til eina uppboðssølu til frama fyri endamálið hjá Team Rynkeby, sum m.a. er at savna pening inn til at hjálpa føroyskum børnum, sum verða rakt av lívshættisligum sjúkum.

Og børnini í Dr. Margrethu barnagarði høvdu somuleiðis savnað pening, og handaðu tey "rynkunum" eitt gávubræv. 

Klaksvíkar kommuna ynskir ferðalagnum góða ferð til París. 

Onnur tíðindi
16.07.2025

Ferðslu­kunning í samband við Conference Leauge dyst hjá KÍ

15.07.2025

Fleiri íbúðir ávegis í Klaksvík

10.07.2025

Rottangatøming í Svínoy

09.07.2025

Ferðslu­kunning í samband við Conference Leauge dyst hjá NSÍ