Tíðindi

30.06.2025
Námsfrøðingur ella hjálparfólk til DR. MARGRETHU BARNAGARÐ

Vit søkja eftir námsfrøðingi ella hjálparfólki, 20 tímar um vikuna, at byrja 11.08.2025 ella eftir nærri avtalu.

Arbeiðstíðin er millum kl. 10.00 og 14.00 ella eftir nærri avtalu.
Starvið er í barnagarðsstovu í aldrinum 3 til 6 ár.

Vit kunnu bjóða tær eitt lívsjáttandi starv saman við børnum, har tú fært møguleikan at geva teimum ein innihaldsríkan og góðan dag.

Stovnurin liggur væl fyri, mitt í býnum, tætt við skúlan, filmeikarhallirnar, fótbóltsvøllin, (rennibreytina), bókasavnið og onnur almenn spælipláss v.m., ikki langt frá fjøru og haga. Hesar fyrimunir brúka vit nógv.

Møguleikarnir eru nógvir at uppliva í nærumhvørvinum saman við góðum starvsfólkum og vælvirkandi barnabólki.

Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 11 / 24 – 2 /8.

Meira fæst at vita, við at venda sær til leiðaran Marjun Lassen á tlf. 455557 / 212557 ella varaleiðaran Hedvig Waagstein, á tlf. 216734

Skrivlig umsókn við prógvi, ummæli, o.ø skal verða okkum í hendi í seinasta lagi týsdagin 15. juli 2025, kl. 12.00.

Dr. Margrethu Barnagarður
Gerðagøta 14
F0 - 700 Klaksvík
T-post: margretha@margretha.fo
Tú kanst lesa meir um okkum á heimasíðuni www.margretha.fo 

Onnur tíðindi
16.07.2025

Ferðslu­kunning í samband við Conference Leauge dyst hjá KÍ

15.07.2025

Fleiri íbúðir ávegis í Klaksvík

10.07.2025

Rottangatøming í Svínoy

09.07.2025

Ferðslu­kunning í samband við Conference Leauge dyst hjá NSÍ