Tíðindi

04.07.2025
Blákollan letur stuðul til Team Rynkeby

Eitt afturvendandi tiltak hjá Blákolluni hevur verið at lata stuðul til Team Rynkeby í samband við fráferðina hjá rynkunum til París.

Tey seinastu árini hava børn úr dagstovninum mála málningar, sum síðani hava verið latnir til eina uppboðssølu til frama fyri endamálið hjá Team Rynkeby.

Uppusølan, sum aftur í ár var partur av fráfaringarløtuni, varð væl móttikin.

Í dag hava børnini verið í bankanum við pengunum. Tey gjørdust ikki sørt bilsin og errin, tá ið tey hoyrdu, at tey høvdu samlað 10.323,50 kr.

Í Blákolluni siga tey, at bæði børn og foreldur taka væl undir hesum átaki. Børnini eru sera ágrýtin, og tey bíða spent eftir degnum, tá ið málningarnir verða sýndir fram í Virkishúsinum Smæran. Tilgongdin gevur eisini høvi til at umrøða góða endamálið og gleðina við at gera okkurt, sum er til gagns fyri onnur. 

Onnur tíðindi
20.07.2026

Ferðslu­kunning í samband við Champions League dyst hjá KÍ

17.07.2026

Tríggjar súkklur til sølu

16.07.2026

Málsviðgeri innan umhvørvi

16.07.2026

Starvs­fólk til Snjallabjallu