Tíðindi
07.10.2025
Myndaframsýning í Svínoy
Í heystferiuni verður ein forvitnislig myndaframsýning í Svínoy. Skúlaárið 1976-1977 var Símun Waag Høgnesen læraravikarur í Svínoy, og hann, konan og yngsti sonurin fluttu út hagar.
Símun tók fleiri myndir, meðan tey búðu harúti. Nú geva synirnir svínoyingum og øðrum áhugaðum møguleika at síggja hesar myndirnar.
Framsýningin verður í dansistovuni í Svínoy og hongur uppi frá mánadegnum 13. oktobur til sunnudagin 19. oktobur.
Onnur tíðindi
14.11.2025
Ábøtur í kirkjugarðinum úti í Grøv
13.11.2025
Jólatrøini 2025
13.11.2025
Asfalterað í kvøld
13.11.2025