Tíðindi

01.12.2025
Tøk grundstykkir

Listin yvir tøk grundstykkir, verður dagførdur fyrsta arbeiðsdag í hvørjum mánaði kl. 12.00.

Áhugaður keypari kann velja eitt grundstykki, ið er tøkt, og senda umsókn um at keypa tað. Hetta skal gerast umvegis frymil/oyðublað inni á tí einstaka grundstykkinum á heimasíðuni. Tað ber ikki til at søkja um grundstykki við at ringja ella senda teldubræv til kommununa.

Í løtuni eru 19 kommunal grundstykkir tøk. Hesi verða boðin út 1. des. 2025. Sølulistin verður at finna á heimasíðuni www.klaksvik.fo 

 

Tøk grundstykkir:

8 millum Hjalla

10 á Fossum

1 undir Klakki

 

Borgarar, sum ynskja at keyp kommunalt grundstykki eiga at kunna seg um galdandi reglugerð á heimasíðuni hjá kommununi. Leinki er her: Reglugerð

Onnur tíðindi
12.12.2025

Útboð av lendi til fjølbroyttar bústaðir á Fossum

10.12.2025

Breiðka Flatnavegin á Norðoyri

10.12.2025

Enn ein byggisamtyktarbroyting í Klaksvík góðkend

08.12.2025

Kirkju­brekka stongd fyri ferðslu