Tíðindi
17.12.2025
Julian Gregersen sett nýtt føroyskt met
Týskvøldið skipaði Treysti fyri hugnaløtu fyri Julian Gregersen, sum 7. desember setti nýtt met á kongateininum í frælsum ítrótti.
Endatíðin gjørdist 2:21:30. Hetta er nýtt føroyskt met, sum eisini er 6 min. betri enn gamla metið hjá Absalon Hansen.
Julian gjørdist nummar 259 av 38439 rennarum. Ómetaliga flott
Karl Johansen, borgarstjóri, var forbí við blómum og rósti Julian fyri sítt bragd, og takkaði honum fyri at vera eitt sera fyrimyndarligt ítróttafólk.
Andreas Josephsen, nevndarformaður í Treysti, handaði honum eina gávu frá felagnum og øðrum góðum stuðlum.
Hjartaliga tillukku við flotta úrslitinum, Julian
Onnur tíðindi
12.02.2026
Miðlan stongt 13. februar
12.02.2026
Klaksvíkar kommuna tikið av tilboði frá Formula
11.02.2026
Torraskráin 2026 er tøk
10.02.2026