Tíðindi

05.01.2026
Tøk grundstykkir

Listin yvir tøk grundstykkir, varð dagførdur mánadagin 5. jan. 2026 kl.12.00

Áhugaður keypari kann velja eitt grundstykki, ið er tøkt, og senda umsókn um at keypa tað. Hetta skal gerast umvegis frymil/oyðublað inni á tí einstaka grundstykkinum á heimasíðuni. Tað ber ikki til at søkja um grundstykki við at ringja ella senda teldubræv til kommununa.

Í løtuni eru 17 kommunal grundstykkir tøk. Hesi verða boðin út 5. jan. 2026. Sølulistin verður at finna á heimasíðuni www.klaksvik.fo 

Søluskipan

Tøk grundstykkir:

7 millum Hjalla

9 á Fossum

1 undir Klakki

 

Borgarar, sum ynskja at keyp kommunalt grundstykki eiga at kunna seg um galdandi reglugerð á heimasíðuni hjá kommununi. Leinki er her: Reglugerð

Onnur tíðindi
15.01.2026

Annika S. Biskopstø virkandi borgar­stjóri

15.01.2026

Námsfrøð­ingur til Dr. Margrethu Barnagarð

01.01.2026

Býráðsfundir í 2026