Tíðindi

13.03.2026
Send okkum títt hugskot!

Frá 25. apríl til 2. mai 2026 er Virkið vár aftur á skránni. Á sama hátt sum udanfarin ár, verður býurin karmur um størri og smærri tiltøk, sum skulu eggja borgarum at brúka náttúruna og ymisku býarrúmini til at vera virkin saman og hugbundin. 

Hugskot til skránna eru vælkomin, tí eitt av endamálunum við átakinum er nevnliga at sjónliggera tiltøk og átøk, sum longu eru á skrá hjá áhugafeløgum, einstaklingum og øðrum. Men eisini at lata upp fyri hugskotum frá borgarum, um ynski er at samstarva við kommununa um eitt hvørt, sum stuðlar hesum endamáli. 

Á henda hátt fær kommunan bæði verið við til at varpa ljós á tiltøk, sum eru heilsu- og umhvørvisfremjandi, men eisini møguleika at menna nýggj og spennandi tilboð saman við borgarum, vinnuni og áhugafelagsskapum.  

Kunning um tiltøk, sum ynski er at fáa við í skránna, skulu boðast frá í seinasta lagi mikudagin 15. apríl.

Send boð her: Boða frá tiltaki

Onnur tíðindi
09.04.2026

Heilsugott ábit til børn og ung í Húsinum – gáva frá býráðnum

31.03.2026

Sóley Sjúrðaberg sett í starv sum integratiónssam­skipari í norð­urøkinum

26.03.2026

Kirkju­brekka stongd fyri ferðslu

23.03.2026

Valevnislistar til løgtingsvalið 26. mars 2026