Tíðindi
17.04.2026
Boða frá tiltøkum til Norðoyastevnuskránna
Nú eru fyrireikingarnar farnar í gongd til ársins Norðoyastevnu, og í tí sambandi verður heitt á tey, sum skipa fyri tiltøkum á Norðoyastevnu, um at boða frá hesum til skránna.
Talan er um eina góða gamla og viðkomandi Norðoyastevnu, sum nú hevur 90 ár á baki, og verður føðingardagurin eisini hátíðarhildin. Longu nú kunnu vit avdúka, at tað verður Sjúrður Skaale, sum kemur at halda midnáttarrøðuna í Vágstúni, og Hans Andrias Sølvará, sum heldur Norðoyastevnurøðuna sunnudagin.
Norðoyastevnan 2026 verður í døgunum 29. - 31. mai. Seinasta freist at boða frá tiltøkum er 21. mai. 2026.
Boða frá tiltøkum til skránna her: Norðoyastevnan 2026.
Onnur tíðindi
12.05.2026
Námsfrøðingar til Mylnuhúsið
12.05.2026
Stongt fyri allar ferðslu undir Fossunum
11.05.2026
Broyting í innsavningin hjá IRF
08.05.2026