Tíðindi

23.04.2026
Rósa og Elisabeth í starvsvenjing í kommununi 

Seinastu tvær vikurnar hava Rósa Olsen og Elisabeth Jacobsen verið í starvsvenjing í Klaksvíkar kommunu. Tær ganga báðar í 10. flokki á Skúlatrøð.

Fyrstu vikuna vóru tær á vegadeildini, har tær hjálptu til við at stoypa, grava og hongja skeltir upp. Seinnu vikuna vóru tær í umsitingini hjá kommununi, har tær hava starvast í móttøkuni og við journal, umframt at tær hava fingið gott innlit í annað kommunalt virksemi.
Vit vilja takka Elisabeth og Rósa fyri góða innsats og ynskja teimum bestu eydnu framyvir 
 

Onnur tíðindi
18.06.2026

Námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til Dr. Margrethu barnagarð (endur­lýsing)

18.06.2026

Starvs­fólk til frítíðarskúlan Snjallubjallu

17.06.2026

Samstarvsavtala um integratión fyri norður-/­eysturøkið undirskrivað

17.06.2026

Stangavegur skal asfalterast