Tíðindi

24.04.2026
Baldursbrá verður útbygd

Arbeiðið at útbyggja barnagarðin á Norðoyri gongur væl. Eftir ætlan letur nýggi parturin av náttúrubarnagarðinum Baldursbrá upp eftir ólavsøku, og tá verður pláss fyri 35 børnum afturat. Sostatt verður tilsamans pláss fyri 80 børnum í Baldursbrá.

Vivian Bjartalíð, leiðari í náttúrubarnagarðinum Baldursbrá, sigur, at tørvur er á fleiri barnagarðsplássum í kommununi, tí er gleðiligt, at tað gongur bæði væl og skjótt at víðka um barnagarðin á Norðoyri.
Ætlanin er, at verandi stovnur og útbyggingin skulu hava somu leiðslu, umframt at stórur partur av núverandi spæli- og útiøki eisini verður felags.

Tað er Norðhús, sum byggir barnagarðin fyri Klaksvíkar kommunu. Verkætlanin er mett at kosta 9,2 milliónir krónur.

Onnur tíðindi
12.05.2026

Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið

12.05.2026

Stongt fyri allar ferðslu undir Fossunum

11.05.2026

Broyting í innsavningin hjá IRF

08.05.2026

Starvs­fólk til Baldursbrá