Tíðindi

29.04.2026
Klaksvíkar kommuna tekur niðurstøðuna hjá Dátueftirlitinum til eftirtektar

Í sambandi við átakuna frá Dátueftirlitinum um álopið frá teldusnikum í september 2024, tekur Klaksvíkar kommuna niðurstøðuna hjá Dátueftirlitinum til eftirtektar.

Kommunan sær álvarsliga uppá málið og hevur síðani hendingina sett ítøkilig tiltøk í verk fyri at forða fyri, at ein líknandi støða ikki skal endurtaka seg. Hetta fevnir m.a. um styrktar mannagongdir, økt eftirlit og arbeiði við nýggjum og betri trygdarskipanum.

Klaksvíkar kommuna er í tøttum samskifti við Dátueftirlitið um at rætta upp á tey viðurskifti, sum eru ávíst, og um at seta í verk neyðugar broytingar. Arbeiðið gongur eftir ætlan, og kommunan arbeiðir miðvíst við at tryggja, at krøvini frá Dátueftirlitinum verða fylgd.

Dátueftirlitið hevur álagt kommununi at fáa ávís viðurskifti í rættlag í seinasta lagi 1. august 2026. Klaksvíkar kommuna arbeiðir við hesum máli og metir, at arbeiðið kemur á mál innan ásetta freist.

Kommunan leggur dent á at verja persónsupplýsingar hjá borgarum, og verður arbeiðið við talgildari trygd eisini raðfest høgt framyvir.

Onnur tíðindi
12.05.2026

Námsfrøð­ingar til Mylnuhúsið

12.05.2026

Stongt fyri allar ferðslu undir Fossunum

11.05.2026

Broyting í innsavningin hjá IRF

08.05.2026

Starvs­fólk til Baldursbrá