Tíðindi
28.05.2026
Árligi barnafagnaðurin á skránni í dag
Í dag, hósdagin 28. mai, verður árligi barnafagnaðurin á dagstovnaøkinum í Klaksvík aftur á skránni. Eins og undanfarin ár fara børn og starvsfólk at savnast til ein hugnaligan og festligan dag.
Skrúðgonga fer av Sandinum og niðan í Badmintonhøllina. Gingið verður eftir Klaksvíksvegnum. Í Badmintonhøllini verður undirhald fyri børnini, og dagurin verður merktur av sangi, gleði og góðum felagsskapi.
Løgreglan fylgir skrúðgonguni allan vegin fyri at tryggja, at alt gongur trygt fyri seg. Samstundis verður heitt á bilførarar um at taka hædd fyri teimum mongu børnunum, ið eru á vegnum lesa løtuna.
Barnafagnaðurin er vorðin ein fastur og væl dámdur táttur av dagstovnalívinum í Klaksvíkar kommunu, og nógv gleða seg altíð til tiltakið.
Onnur tíðindi
18.06.2026
Námsfrøðingar og hjálparfólk til Dr. Margrethu barnagarð (endurlýsing)
18.06.2026
Starvsfólk til frítíðarskúlan Snjallubjallu
17.06.2026
Samstarvsavtala um integratión fyri norður-/eysturøkið undirskrivað
17.06.2026