Tíðindi

24.06.2026
Ferðin hjá Team Rynkeby byrjar hósdagin

Hósdagin 25. juni byrjar súkkluferðin hjá Team Rynkeby, og aftur í ár verða súkklararnir sendir avstað frá Smæruni á Kjalarvegnum 48. Øll eru hjartaliga vælkomin at ynskja ferðaliðnum góða ferð. Bjóðað verður kaffi, køka og okkurt søtt til børnini. 

Skráin:

Kl. 10.30: Verður høvi at at heilsa upp á Team Rynkeby. Eisini verður møguleiki at keypa eitt listaverk, sum børnini í Blákolluni hava gjørt. Allur peningurin frá søluni fer til Team Rynkeby.

Karl Johansen, borgarstjóri, og Don E. Joensen, umboðandi Team Rynkeby, halda røður, og Operettirnar syngja tvey løg.

Kl. 11.15: Fráferð av Kjalarvegnum. Súkklað verður út til Klaksvíkar sjúkrahús.

Klaksvíkar kommuna ynskir øllum súkklarunum eina góða ferð.

 

(her er mynd frá framsýningini, sum børnini í Blákolluni hava gjørt)

 

Onnur tíðindi
20.07.2026

Ferðslu­kunning í samband við Champions League dyst hjá KÍ

17.07.2026

Tríggjar súkklur til sølu

16.07.2026

Málsviðgeri innan umhvørvi

16.07.2026

Starvs­fólk til Snjallabjallu