Tíðindi

07.07.2026
Borgarstjórin í Bissen vitjaði borgarstjóran í Klaksvík

Í dag vitjaði borgarstjórin í Bissen í Luksemborg, David Viaggi, Karl Johansen, borgarstjóra. Vitjanin var komin í lag í sambandi við Champions League dystin millum KÍ og FC Atert Bissen.

Tá ið borgarstjórin úr Bissen frætti, at lið hansara skuldi møta einum liði úr einum líka lítlum býi sum hansara, fekk hann hug at koma við. Hann vildi eisini fegin hitta borgarstjóran og fáa innlit í, hvussu umstøðurnar eru í Klaksvík.

Í kvøld bresta KÍ og FC Atert Bissen saman í fyrra dystinum í fyrsta undanumfarinum í UEFA Champions League. Dysturin er tann fyrri av tveimum, har vinnarin samanlagt spælir seg víðari í kappingini.

Bissen er ein lítil kommuna í Luksemborg. Kommunan telur umleið 3.500 íbúgvar. Seinastu árini hevur fótbólturin veruliga vunnið seg fram í Bissen, og í ár er fyrstu ferð at FC Atert Bissen hevur tryggjað sær luttøku í UEFA Champions League.

Klaksvíkar kommuna ynskir David Viaggi og fylginum hjartaliga vælkomnum til Klaksvíkar og ynskir báðum feløgunum ein góðan og spennandi dyst.

Onnur tíðindi
20.07.2026

Ferðslu­kunning í samband við Champions League dyst hjá KÍ

17.07.2026

Tríggjar súkklur til sølu

16.07.2026

Málsviðgeri innan umhvørvi

16.07.2026

Starvs­fólk til Snjallabjallu