Tíðindi

20.07.2026
Ferðslukunning í samband við Champions League dyst hjá KÍ

Týsdagin 21. juli kl. 19.45 er dystur millum KÍ og Kauno Zalgiris. Í hesum sambandi verður Bøgøta stongd frá kl. 18.00 til 22.00. Býarbussurin koyrir ikki eftir Bøgøtu hetta tíðarskeiðið. J. Waagsteinsgøta verður eisini stongd frá kl. 12.00 til kl. 22.00. 

Dyrnar til dystarøkið lata upp kl.18:45, og tær verða latnar aftur kl. 20:00 stundisliga.

Til ber at keypa atgongumerki her: KÍ - Kauno Zalgiris

Hósdagin 23. juli verður dystur millum NSÍ – FC Koper FC. Tá verða Bøgøta og J. Waagsteinsgøta somuleiðis stongdar ferá kl. 18.00 og 12.00.

Onnur tíðindi
01.08.2026

Ferðslan á summar­festivali­num 2026

27.07.2026

IRF: Broytingar í innsavning­ini á Ólavsøku

24.07.2026

Námsfrøð­ingar til Blákolluna

23.07.2026

Námsfrøði­ligur ráðgevi til Klaksvíkar kommunu