Tíðindi

19.08.2026
Býli skal umvæla tekjuna á brandstøðini

Í næstum verður farið undir arbeiðið at umvæla tekjuna á sløkkiliðsstøðini í Klaksvík. Arbeiðið verður eftir ætlan liðugt síðst í september. Tað er Býli, sum skal gera arbeiðið fyri Klaksvíkar kommunu.

Í sambandi við arbeiðið at skifta tekjuna verður koyrileiðin millum sløkkiliðsstøðina og FK stongd í byggitíðini. Somuleiðis verða parkeringsplássini á suðursíðuni av sløkkiliðsstøðini ikki tøk.

Prísurin á arbeiðinum er 722.500 kr, og fer arbeiðið í gongd í komandi viku.

 

Onnur tíðindi
06.10.2026

Vatnveiting óstøðug á eystur­síðuni

06.10.2026

Starvs­fólk til Snjallabjallu

01.10.2026

Virkið Heyst skráin sæst her

30.09.2026

Køksfólk til umsiting­ina