Tíðindi

28.08.2026
Kunning um ljóðmátingar í Norðhavnini

Klaksvíkar kommuna fær við hvørt fráboðanir frá borgarum um óljóð, eitt nú frá skipum, sum liggja við kei í Ánunum. Kommunan tekur slíkar fráboðanir í álvara og ger tí javnan ljóðmátingar fyri at tryggja, at galdandi markvirði verða hildin.

Í vikuni vórðu ljóðmátingar framdar í sambandi við eitt skip, sum lá í Ánunum. Mátingar hjá kommununi vísa, at ljóðstøðið liggur væl niðanfyri galdandi markvirði.

Kommunan ger javnan kanningar av skipum

Tað kann vera ymiskt, hvussu fólk uppliva ljóð, og tí er neyðugt at byggja á objektivar mátingar. Tí hevur tað stóran týdning, at kommunan javnan ger kanningar av skipum, sum liggja við kei. Hetta er fyri at tryggja, at virksemið á havnalagnum fer fram sambært galdandi reglum, og at neyðug atlit verða tikin til borgarar í økinum.

Onnur tíðindi
06.10.2026

Vatnveiting óstøðug á eystur­síðuni

06.10.2026

Starvs­fólk til Snjallabjallu

01.10.2026

Virkið Heyst skráin sæst her

30.09.2026

Køksfólk til umsiting­ina