Tíðindi

31.08.2026
Kloakkir í Klaksvík skulu hosufóðrast

Í samband við arbeiðið at hosufóðra høvuðssspillivatnsleiðingina á Nólsoyar Pálsgøtu, verður eingin ferðsla eftir Nólsoyar Pálsgøtu 1. og 2. september. Eisini verða kloakkleiðingarnar á Jørundsgøtu og Sornhúsgøtu hosufóðraðar hesar dagarnar.

Í hesum sambandi verður eingin ferðsla á vegastrekkinum millum Effo og Býráðshúsið, tó er býarbussurin undantikin. Ferðslan verður beind at koyra fram við bátabrúgvunum hetta tíðarskeiðið, og verður heitt á bilførarar um at fylgja skeltingini á staðnum.

Orsøkin til, at arbeiðið verður gjørt á hendan hátt er, at høvuðssspillivatnsleiðingin liggur mitt í vegnum, og serstaki bilurin, sum verður brúktur til arbeiðið, má standa beint yvir kloakkdekslunum, meðan arbeiðið verður framt.

Tað er fyritøkan Aarsleff A/S, sum ger arbeiðið fyri Klaksvíkar kommunu. Arbeiðið er væntandi liðugt eftir tveimum døgum.

Onnur tíðindi
09.09.2026

Bárður á Lakjuni vitjaði Klaksvíkar Kommunu

07.09.2026

Námsfrøð­ingar og hjálpar­fólk til Dr. Margrethu Barnagarð

04.09.2026

Vitjan úr Sisimiut í Grønlandi

04.09.2026

Endur­nýtslan er stongd