Tíðindi
03.09.2026
Væleydnað móttøka fyri Logos Hope
Ein hugnalig løta var seinnapartin í gjár, tá almenn móttøka var fyri Logos Hope í Klaksvík.
Á skránni var millum annað kaffi og kaka, framførsla frá Klaksvíkar Hornorkestri, sangur frá barnakórinum á Skúlatrøð og heilsanir frá Beini Johannesen, løgmanni, og Karl Johansen, borgarstjóra.
Klokkan 17.30 varð skipið opið fyri vitjandi, ið vildu uppliva skipið og vitja tí stóru flótandi bókasøluna.
Takk til manningina á Logos Hope og OM Føroyar fyri eitt gott og hugnaligt tiltak.
Onnur tíðindi
06.10.2026
Vatnveiting óstøðug á eystursíðuni
06.10.2026
Starvsfólk til Snjallabjallu
01.10.2026
Virkið Heyst skráin sæst her
30.09.2026