Tíðindi
09.09.2026
Bárður á Lakjuni vitjaði Klaksvíkar Kommunu
Týsdagin 8. september var landsstýrismaðurin í mentamálum, Bárður á Lakjuni, á stuttari vitjan hjá Karl Johansen, borgarstjóra í Klaksvíkar Kommunu.
Borgarstjórin hevði boðið landsstýrismanninum norður at tosa um mál av felags áhuga, sum bæði Mentanálaráðið og kommunan varða av.
Høvuðsøkini hjá Mentamálaráðnum eru mentan, útbúgving, gransking og barnaøkið, og millum felags málsøki hjá kommununi og aðalráðnum kunnu nevnast mentamál, ítróttamál, barnaøkið, dagstovnar, námsfrøðilig ráðgeving, fólkaskúlamál, bókasavnsøkið og barnaverndarøkið.
Partarnir nýttu høvið at kunna hvønn annan um arbeiðið innan nøkur av hesum málsøkjum og samskiftu um tørvir, avbjóðingar og møguleikar.
Onnur tíðindi
06.10.2026
Vatnveiting óstøðug á eystursíðuni
06.10.2026
Starvsfólk til Snjallabjallu
01.10.2026
Virkið Heyst skráin sæst her
30.09.2026
