Tíðindi

14.09.2026
Rúmdarfyrilestur v/David Arge Klevang í Varpinum

Hósdagin 17. september verður ein spennandi fyrilestur við David Arge Klevang, Associate Professor á DTU Space – Institut for Rumforskning og Rumteknologi.

“Fyrra partin av kvøldinum verður komið inn á tey mest áhugaverdu úrslitini frá 5 ára gransking á reyðu gongustjørnini við Perseverance rovaranum hjá NASA.

  • Nærkast vit einum svari til spurningin um lívið í tí stóra alheiminum?
  • Hvør er ætlanin fyri framman til tess at koma nærri at svarinum?
  • Hvussu kann hetta arbeiðið gagna Føroyum?

Í seinna parti fara vit at viðgera hvussu rúmdarøkið støðugt mennist, og umrøða hvussu relevant hetta er fyri Føroyar. Føroyar liggja geografisk serstakliga væl fyri, til at stuðla uppundir, og at fara upp í space-vinnuna, og vit kunnu koma at hava ein avgerandi leiklut í teim íløgum, sum vit komandi tíðina fara at síggja í Norðurhøvum og arktis – íløgur sum eru avgerandi fyri norðurlond, evropa og vesturheimin.“

Atgongumerki á 50 kr. kann keypast her: Rúmdarfyrilestur í Varpinum

Fyrilesturin verður fyriskipaður í samstarvi við Klaksvíkar kommunu.

Onnur tíðindi
06.10.2026

Vatnveiting óstøðug á eystur­síðuni

06.10.2026

Starvs­fólk til Snjallabjallu

01.10.2026

Virkið Heyst skráin sæst her

30.09.2026

Køksfólk til umsiting­ina