Tíðindi

29.10.2026
Minningarhald teirra sjólátnu

Allahalgannadag, sunnudagin 1. november 2026, verða minningarhald fyri sjólátnu hildin í Klaksvík, Svínoy og á Syðradali. Á skránni eru røður, sangur og kransaniðurleggingar til minnis um teir mongu sjómenn, sum hava latið lív á sjónum.

Skráin í Klaksvík
Minningarhaldið í Klaksvík verður hildið við minnisvarðan í Vágstúni kl. 15.00. Kórið Vitin luttekur við sangi, og felagssangur verður eisini á skránni. Pól Johannesen, trúboðari, heldur røðu.

Kransar verða lagdir vegna Klaksvíkar Býráð, Føroya Landsstýri, Klaksvíkar Útróðrarfelag, Klaksvíkar Arbeiðskvinnufelag og Klaksvíkar Arbeiðsmannafelag.

Eftir haldið verður boðið til drekkamunn í KFUM & K.


Skráin á Syðradali
Á Syðradali verður minningarhaldið hildið allahalgannadag kl. 13.30. Asbjørn Lómaklett bjóðar vælkomin, og Marjun Lómaklett, sóknarprestur, flytir fram røðu og endar haldið við bøn.

Undir haldinum verða sálmar sungnir og kransar verða lagdir av umboðum fyri Fiskimannafelagið, JFK Trol, Viljan, Christian í Grótinum, Klaksvíkar Útróðrarmannafelag, Klaksvíkar kommunu og øðrum.

M/F Sam fer úr Klaksvík klokkan 13.00 og av Syðradali klokkan 15.50 (eykatúrur) og klokkan 17.35 (vanligur túrur). Bussur koyrir niðan til Syðradals.

Eftir haldið eru øll hjartaliga vælkomin suður í skúlan til drekkamunn, kaffi og te við onkrum góðum afturvið.


Skráin í Svínoy
Í Svínoy verður minningarhaldið við minnisvarðan allahalgannadag klokkan 11.00.

Helgi Mortensen flytir fram røðu, og kransar verða lagdir til minnis um teir sjólátnu.

Jósup siglir úr Svínoy uml. kl. 14.00 sunnudagin.

Onnur tíðindi
12.11.2026

Skrúvað verður fyri vatninum undir Brúnni

06.11.2026

Biskupsstøðgøta verður breiðkað

05.11.2026

Skrúvað fyri vatninum á eystur­síðuni

05.11.2026

STÁSTÍÐ í Klaksvík