Svartatalva

Námsfrøðingur til Dr. Margrethu Barnagarð

Vit søkja eftir 1 námsfrøðingi / hjálparfólki, at byrja 11.september 2023, ella skjótast gjørligt. Starvið er á 32 tímar um vikuna í vøggustovu. Arbeiðstíðin er ímillum kl. 7.30 og 17.00

Vit kunnu bjóða tær eitt lívsjáttandi starv saman við børnum, har tú fart møguleikan at geva teimum ein innihaldsríkan og góðan dag.

Stovnurin liggur væl fyri, mitt í býnum, tætt við skúlan, fimleikarhallirnar, svimjihøllina, fótbóltsvøllin, bókasavni og ikki langt frá fjøru og haga. Hesar fyrimunir brúka vit nógv. Møguleikarnir er nógvir at uppliva í nærumhvørvinum, saman við góðum starvsfólkum og vælvirkandi barnabólki.

Lønar- og setanarviðurskiftir sambært sáttmála millum Føroya Pedagogfelag og Kommunala Arbeiðsgevarafelagið, lønarstig 11/ 23 – 2/8

Skrivlig umsøkn við prógvi, ummæli, arbeiðroyndum o.ø, skal verða okkum í hendi í seinasta lagi mikudagin 6. september 2023 kl. 12.00.

Meira fæst at vita við at venda sær til Marjun Lassen, leiðaran, á tlf. 212557 ella Hedvig Waagstein, varaleiðaran, á tlf. 216734.

Um ongin námsfrøðingur søkjir starvið, verður hjálparfólk sett í tíðaravmarkað starv.


Umóknir skulu stílast til:

Dr. Margrethu Barnagarður
Gerðagøta 14
700 Klaksvík
T-post margretha@margretha.fo 

Tú kanst lesa meir um okkum á heimasíðuni www.margretha.fo 

Onnur tíðindi
31.08.2023

Hevur tú hug at læra til maskinsmið?

24.08.2023

Havnafúti/­Havnaumsjó­nar­fólk til Klaksvíkar havn

23.08.2023

Lívbjargari til Klaksvíkar svimjihøll