Tíðindi
07.05.2024
Summaransing 2024
Í ár er avgjørt, at dagstovnar í Klaksvíkar kommunu fara í summarfrí vikurnar 30, 31 og 32. Tó er møguleiki yri summaransing í hesum tíðarskeiðnum.
Fyri at kenna veruliga tørvin, og fyri at gagnnýta arbeiðsorkuna á dagstovnaøkinum best møguligt, er ynskiligt at foreldur skráseta, hvønn tørv teirra barn hevur á ansing í summarfrítíðini. Foreldur verða biðin um at boða frá her á síðuni, hvønn tørv barnið hevur á summaransing.
Fráboðanin skal vera Klaksvíkar kommunu í hendi í seinasta lagi hósdagin 9. mai.
Melda til summaransing her: Summaransing 2024 (freistin er farin)
Onnur tíðindi
17.05.2024
Boða frá tiltøkum til norðoyastevnuskránna
16.05.2024
Endurnýtslan tekur fyribils ikki ímóti lutum til Dugna
15.05.2024
Broyting í ferðaætlanini hjá leið 2
15.05.2024