Tíðindi

30.04.2024
Ferðslan 4. mai

Leygardagin 4. mai skipar Treysti fyri FM í hálvmaraton í Klaksvík. Í hesum sambandi verða fleiri vegir í miðbýnum stongdir frá kl. 13.00 til 17.00.

Teir vegir sum verða stongdir eru: Stoksoyravegur, Klaksvegur, Biskupstøðgøta, Nólsoyar Pálsgøta og partur av Stangavegnum (til og við Stangaskákið). Stongt er fyri allari ferðslu í tíðarbilinum millum kl. 13.00 og 17.00.

Í hesum tíðarskeiðnum steðga bussarnir hjá Bygdaleiðum bert á Borðoyavík.

Skráin fyri tiltøkini í miðbýnum leygardagin:

Tiltøk leygardagin 4. mai 

Kl. 11 Smálambatúrur eftir vegnum niðan á Háls Møtast við brunnarnar
Kl. 12 - 14 Heinta ein plantupakka uttan fyri bókasavnið Tónleikur og kaffi, um viðrar
Kl. 14 - 17 NS hálvmaraton og stuðulsrenning Keyp á atgongumerki.fo

 

OPIÐ HÚS Á HESUM STØÐUM:

Kl. 12 - 16 Bókasavnið Luttak í Virknari spurnarkapping

  • Vágstún Tak eitt talv á stóra talvborðinum í Vágstúni
  • Nólsoyar Pálshúsið Møguligt at keypa sær kaffi
    og køkur frá Mariettu
  • Klaksvíkar Róðrarfelag bjóðar gestum á gátt í nýggja
    kappróðrarneystinum
  • Politistøðin bjóðar øllum vælkomin á gátt
    Brandstøðin, Sjúkraflutningstænastan og Norðoya Bjargingarfelag
    eru á Varpabrúnni
Onnur tíðindi
17.05.2024

Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskránna

16.05.2024

Endur­nýtslan tekur fyribils ikki ímóti lutum til Dugna

15.05.2024

Broyting í ferðaætlan­ini hjá leið 2

15.05.2024

Soleiðis rakar verkfallið