Tíðindi
01.05.2024
Virkin spurnarkapping
Í samband við Virkið Vár hjá Klaksvíkar Kommunu, hevur Býarfríðkanin gjørt eina virkna spurnakapping.
Veitst tú, hvat slag av runnagirðing er inni í Gamla kirkjugarði, ella hvussu nógvir benkur eru í Viðarlundini omanfyri vegin úti í Grøv? Gakk ein túr runt í Klaksvíkini og finn svarini til spurningarnar.
Lat spurnablaðið inn á bókasavninum í seinasta lagi 4. mai – og ver við í kappingini um góðar, grønar vinningar.
Spurnarblaðið kann heintast á bókasavninum ella í Miðlan Nólsoyar Pálsgøtu 32.
Til ber eisini at síggja spurnarblaðið her: Virkin spurnarkapping
Onnur tíðindi
17.05.2024
Boða frá tiltøkum til norðoyastevnuskránna
16.05.2024
Endurnýtslan tekur fyribils ikki ímóti lutum til Dugna
15.05.2024
Broyting í ferðaætlanini hjá leið 2
15.05.2024