Tíðindi

24.04.2024
Nýhugsandi innbúgv til Klaksvíkar Býráð

Í kvøld varð fyrsti býráðsfundur við nýggjum fundarinnbúgvihildin í býarsalinum í Varpinum.

Innbúgvið er serstakt og nýhugsandi, framleitt eftir tørvinum hjá Klaksvíkar Býráði.

Tað heilt serstaka er, at innbúgvið er gjørt til at vera lætt at seta upp og at flyta. Innbúgvið verður sett upp til hvønn býráðsfund og tikið burtur eftir fundirnar, tí býarsalurin skal nýtast til fjølbroytt virksemi, heruppií umboðan og ymisk tiltøk hjá Klaksvíkar kommunu.

Innbúgvið verður hongt á veggir í býarsalinum og umboðar nærfólkaræðið í kommununi.  

Sniðið er fevnandi og virðiligt, og uppsetingin vendir úteftir, út til fólkið; og liturin hóskar væl til umhvørvið í Varpinum.

Býráðslimirnar vóru sera væl nøgdir við nýggja og nýhugsandi innbúgvið.

Tað er Heini Weihe, sniðgevi, sum hevur sniðgivið og útvegað innbúgvið til Klaksvíkar kommunu.

Onnur tíðindi
07.05.2024

Summar­ansing 2024

07.05.2024

Ein virkin vika farin aftur um bak

07.05.2024

Boða frá tiltøkum til norð­oyastevnuskránna

06.05.2024

Kunnandi fundur um nýggjar bátabrúgvar á Borðoyarvík