Íbinding
Íbinding, kloakk, vatn og ravmagn
Í sambandi við kommunala útstykking verður brunnur altíð lagdur við øllum innleggingum klárum at binda í hjá teimum, sum byggja.
Er talan um privata útstykking, leggur kommunan eisini innleggingar til byggiplássið, men tá skal eigarin gjalda fyri íbindingina.
Kostnaður:
Klaksvík og Norðoyri: 100 kr. pr. m2 av grundstykkinum, tó í mesta lagi kr. 50.000,- fyri stykkið.
Hetta er galdandi fyri umsóknir innkomnar eftir 1. januar 2012.
Árnafjørður: 100 kr. pr. m2
Kalsoy og Svínoy: 50 kr. pr. m2.