Búmerki

Tað er Petur Zachariassen, Tórshavn, sum hevur teknað býarmerkið hjá Klaksvíkar kommunu. Hann vann búmerkjakappingina um búmerkið fyrst í 70'unum.
Hugskotið til búmerkið er lutvíst kveikt av búmerkinum hjá J. F. Kjølbro, eini fyritøku, sum hevði stóran týdning fyri Klaksvík. Kunoyggin og víkin skulu ímynda fiskin, sum hevur verið høvuðsinntøkukeldan í Klaksvík í mong ár. Tann søguligi parturin er lýstur við neystinum og tann vinnuliga framgongdin við bryggjunum. Býarmerkið er búmerkið hjá Klaksvíkar kommunu og verður brúkt í marknaðarføring av kommununi.
Heinta búmerki
- AI (289.34 KB)
- EPS (652.54 KB)
- PDF (126.36 KB)
- PSD (RGB) (490.82 KB)
- PSD (CMYK) (551.44 KB)
- JPG (RGB) (231.00 KB)
- JPG (CMYK) (410.15 KB)
- PSD (grayscale) (252.30 KB)
- JPG (grayscale) (143.39 KB)