Biskupstorg

Klárt at flyta inn í Biskupstorg

Í mai var er stóri innflytingardagurin á Biskupstorgi. Hendan framskygda verkætlanin, sum Klaksvíkar kommuna í 2015 fór undir saman við Bústaðir, er komin hartil, at klárt er at flyta inn.

Jógvan Skorheim, borgarstjóri, fegnast saman við teimum, sum hava fingið tillutað ein bústað.

-Tað er ongin loyna, at arbeiðið hevur verið umfatandi, men hetta er ein stór verkætlan, sum Klaksvíkar býráð hevur arbeitt miðvíst við, og er tað eisini ein orsøk til, at málið er røkkið. Samstarvið við Bústaðir hevur verið ein týðandi liður í at fáa hesa verkætlanina lidna, og kunnu vit saman við Bústaðir fegnast almikið um, at ljós er komið í vindeyguni, sigur Jógvan Skorheim. Hann leggur afturat, at framtíðin á Biskupstorgi er sera bjørt, tí hesin stóri innflytingardagurin er bert byrjanin til okkara nýggja miðbý, sum vit eru ómetaliga spent til fer at taka skap.

Jógvan Skorheim sigur eisini, at hann vónar, at tey, sum næstu dagarnar fara at flyta inn, koma at trívast væl, og at tey fara at fáa gagn av teimum møguleikum, sum miðbýurin í framtíðini fer at veita teimum.