Ansingarpláss

Bóka ansingarpláss

Fyri at kenna rætta tørvin á dagstovnaøkinum, verður heitt á foreldur um at bóka ansingarpláss í viku 34 (17. - 21. august). Hetta verður gjørt fyri at kommunan best møguligt kann meta um tørvin, soleiðis at arbeiðið á dagstovnaøkinum kann verða lagt til rættis eftir almennu tilmælunum.

Fráboðanin skal vera kommununi í hendi seinasta lagi hósdagin 13. aug kl. 16.00. Tilmeldingin er bindandi, sum merkir, at gjaldast skal fyri teir dagar barnið er tilmeldað.